Grotto konsertir og Summartónar

Tann 7. mai byrja vælumtóktu grottokonsertirnar og skráin fyri Summartónar 2002 er eisini løgd

Longu 7. mai ber aftur til at hoyra og uppliva vælumtóktu holukonsertirnar, har ein ferðast við norðlýsinum, meðan tónleikarar skipa fyri tónleiki í onkrari holu. Eisini er skráin fyri Summartónar 2002 løgd.

SUMMARTÓNAR 2002

Fyri 10 árum síðani, í juni 1992, var fyrsta Summartónastevnan hildin. Hugskotið áttu tey klassisku tónaskøldini innan Felagið Føroysk Tónaskøld, og Summartónar hevur síðani tá verið týdningarmiklasti
føroyski pallurin hjá tónaskøldunum. Á hvørjum ári verða verk skrivað til stevnuna.

Í 2002 eru hesu tónaskøldini umboðað:

Tróndur Bogason   (f. 1976)
Atli K. Petersen(f. 1963)
Sunleif Rasmussen (f. 1961)
Edvard Nyholm Debess (f. 1960)
Bjarni Restorff (f. 1955)
Pauli í Sandagerði (f. 1955)
Kári Bæk (f. 1950)
Kristian Blak (f. 1947)

Til samans eiga teir 10 frumframførslur á stevnuni, og harafturat nakað tað sama av nýggjum verkum, sum hava verið framførd fyrst uttanlanda, men sum nú verða at hoyra fyri fyrstu ferð á føroyskum
palli. Summartónar er altjóða festival, og hevur sum so eisini heimspremieru av útlendskum tónaverkum: 3 íslendsk, 2 úr USA og 3 donsk verk framførast fyri fyrstu ferð alment í juni í Føroyum.

Tónleikarnar framføra bæði heilt nýggjan tónleik og klassisk verk úr renissansuni til 20. øld. Prentaða skráin verður at fáa frá mai mánaði.

Luttakandi bólkarnar eru:
Les Percussions Claviers de Lyon (Frakland)
DuoDenum (Danmark)
Tórshavnar Kamarkór (Føroyar)
Albin Brass (Bretland, Føroyar, Argentina, Svøríki)
Vefsn Ensemblet (Noregi)
Aldubáran  (Føroyar)
Mad Cow Sings (Danmark)
Atli Ellendersen & Sune Vejlby Brogård  (Føroyar / Brasilia, Danmark)
Hlómeyki (Ísland)
Mpiri (Føroyar / Danmark)
Harafturat spæla tónleikarar úr Estlandi, Føroyum, Argentina, Eysturríki, Svøríki og Danmark í Klæmintsgjógv í samband við Concerto Grotto.

Í bygd og bý
Konsertirnar í 2002 eru flestar um 17-24 juni. Harafturat eru konsertirnar "Sunnudagar við Gjógv" 30. juni og 14. juli. Eisini eru einstøk tiltøk í juli.

Støðini har Summartónar hava konsertir í ár eru:

Í Havn:
Meiaríið, Listaskálin, Norðurlandahúsið, Útvarpshøllin, Havnar Kirkja,

Uttanfyri Havnina eru støðini:
Vágur, Sandur, Hestur, Klæmintsgjógv, Kirkjubø, Fuglafjørður, Gøta, Gjógv, Klaksvík og  Mykines - tilsamans 28 konsertir.

Harafturat koma Concerto Grotto konsertarnir, sum eisini eru fyriskipaðir av Summartónum. Tær byrja longu 7. mei og eru 21 í tali, og fara væntandi at føra útvið 1000 áhoyrarar inn í "aðra verð" undir Hestbjørgunum og undir Nólsoy.