- Nú tað gongur nógv betur, og fólk rættiliga hava fingið eyguni upp fyri okkara virksemi, sær framtíðin eisini rættiliga spennandi út, sigur stjórin í Føroya Grótvirki, Høgni Tausen.

Gróthart at framleiða úr føroyskum basalti

- Tað hevur verið eitt sindur rokaligt viðhvørt, og tað hava verið langir arbeiðsdagar. Men, eg tími hetta væl, og eg havi trúð upp á hetta alla tíðina, sigur Høgni Tausen á Føroya Grótvirki.

 

- Nú tað gongur nógv betur, og fólk rættiliga hava fingið eyguni upp fyri okkara virksemi, sær framtíðin eisini rættiliga spennandi út, sigur stjórin í Føroya Grótvirki, Høgni Tausen.

Á Føroya Grótvirki, sum hevur alla sína framleiðslu úr føroyskum basalti, hava tey úr at gera, og tað er ikki minst framleiðslan av gravsteinum, sum er nógv vaksin. Nú jólini nærkast, er eisini vanligt, at fólk hugsa serliga nógv um tey, sum eru farin og vilja gera gravstaðin, sum kanska liggur á láni.

 

- Tá vit keyptu virksemið í Skopun í endanum av 2013, komu flestu gravsteinar úr útlandinum. Men, nú er okkara framleiðsla av gravsteinum so stór, at vit helst hava eina lítla helvt av marknaðinum í Føroyum. Soleiðis er eisini ein stórur partur av gravsteinunum, sum nú koma upp kring landið, føroyskir.

 

Tað sigur Høgni Tausen, stjóri á Føroya Grótvirki í Skopun. 

 

- Vit geva óbindandi tilboð, og møguleikarnir hjá okkum at ganga viðskiftafólki á møti í vali av gravsteini eru næstan óendaligir.  Virkið hevur nakrar gravsteinar at vísa fram, men avvarðandi eru altíð vælkomin við sínum egnu hugskotum. 

 

Tey eru ikki so fá, sum sjálvi koma við einum steini - einum hagasteini - sum fólk hava fingið loyvi at taka úr bønum ella haganum. Síðan gera tey á grótvirkinum steinin kláran eftir ynski hjá ávvarðandi.   

Høgni Tausen vísir á, at onkur gravsteinur, sum virkið í Skopun hevur gjørt, ímyndar fjøll ella umhvørvi á leiðini, har viðkomandi, sum farin er, búleikaðist.  Við tað, at gravsteinurin verður gjørdur úr føroyskum gróti, er einki ómøguligt.  

Høgni Tausen sigur, at Føroya Grótvirki eisini fer út um alt landið at seta upp gravsteinar, og í løtuni er ein túrur fyri framman, har farið verður út til Fugloyar.

 

##med2##

 

Á Føroya Grótvirki verður høvuðsdentur lagdur á tríggjar ymiskar framleiðslur - gravsteinar, borðplátur og flísar av ymiskum slagi, alt úr føroyskum basalti. Stjórin sigur, at basalt er ein fantastisk rávøra at arbeiða við og við tað, at basalt ikki er líka hart, sum eitt nú granitt, er tað eisini sterkari og støkkur minni. 

 

- Tað hevur verið eitt sindur rokaligt viðhvørt, og tað hava verið langir arbeiðsdagar. Men, eg tími hetta væl, og eg havi trúð upp á hetta alla tíðina. Nú tað gongur nógv betur, og fólk rættiliga hava fingið eyguni upp fyri okkara framleiðslum, sær framtíðin rættiliga spennandi út, sigur Høgni Tausen.

 

Í aðrari grein á In.fo fara vit at vísa á ymisk arbeiði, sum Føroya Grótvirki ger og er partur av, og vit fara eisini at greiða eitt sindur frá um framtíðarætlanir, har eitt nú ein útbygging og dagføring liggur fyri framman.

 

 

 

 

 

- Nú tað gongur nógv betur, og fólk rættiliga hava fingið eyguni upp fyri okkara virksemi, sær framtíðin eisini rættiliga spennandi út, sigur stjórin í Føroya Grótvirki, Høgni Tausen.