Groth Nolsøe úr Dali er Ársins borgari

Stór løta á Listasavninum á Sandi í dag og væl av fólki. Í dag varð avdúkað hvør vann SMS-kappingina um at gerast Ársins borgari í Sandoyar sýslu. Tummas Frank Joensen, Skúgvi sum vann kappingina 2009 slapp at handa Groth Nolsøe blómur og eina klokku úr gróti, ið er gjørd á Grótvirkinum í Skopun. Hann fekk eina ektaða gávu gjørd úr tilfari úr Sandoynni við áskrift Ársins Sandoyingur 2010, skrivar Sandportal.

Tummas Frank segði undir handanina, at tað er ongin loyna, at Groth hevur heiðurin uppibornan um at gerast Ársins borgari í Sandoyar sýslu 2010. Groth hevur síðani 1973 verið virkin í Sandoyar Sýslu Bjargingarfelag.

Hann hevur brent fyri, at bjargingarfelagið fær egin hølir og herfyri varð planerað fyri høllina á Sandi. Tað vóru ymiskar meiningar hvar í oynni bjargingarhøllin skuldi byggjast, men her var Groth avgjørdur.

- Rættast var at byggja hana á Sandi, tí Sandur liggur mitt í oynni, segði Groth at enda við Sandportal.