Grót hyggur eftir X Factor á stórskíggja

Fríggjakvøldið verður finalan í X Factor víst á stórskíggja í Tøting í Gøtu

Tónleikafelagið Grót og X Factor hava ikki vanliga verið sett í samband við hvørt annað, men fríggjakvøldið hevur Grót sett X Factor á skránna.

Hetta verður í Tøting í Syðrugøtu, har finalan í X Factor kappingini hjá DR verður víst á stórskíggja.

Høvuðsorsøkin til tað er, at Jógvan Joensen, sum er komin í finaluna, er partur av Grót umhvørvinum og hevur havt sín dagligu gongd í Tøting.

- Vit fara at savnast og fylgja við beinleiðis á stórskíggja, og tú ert hjartaliga vælkomin at deila hesa løtu saman við okkum í Tøting, sigur Tónleikasamtakið Grót.

X Factor finalan verður fríggjakvøldið kl. 19.00. Dyrnar í Tøting lata upp kl. 18.30.