Fýra ungir ÍF fjepparar ivast ikki í, hvør fer at standa sum sigursharri eftir stóru og spennandi steypafinaluna í Klaksvík í dag ?Vit vóru fleiri fuglfirðingar, sum komu við Sam í dag. Eg vildi mett, at vit vóru eini hundrað,? sigur Margeir Toftegaard.
?Lagið var avberað gott umborð. Menn sungu og róptu, og kann man ikki siga annað, enn at har var ótrúliga góður stemningur,? sigur Leivur Joensen.
?Eg vænti, at vit fáa ein góðan dyst, sum verður tættur og intensur. ÍF fer tó at draga ta longra stráið og vinna við einum máli ? kanska tveimum,? sigur Pól Mohr.
?Eitt er ið hvussu so er vist. Um vit tapa, so fái eg gron. Nú er tíð uppá, at vit fáa næsta steypið heim. Men vit trúgva upp á tað,? sigur Rúni Hentze.
Steypafinalan millum ÍF og EB/Streym verður spæld í Klaksvík klokkan 18 í kvøld.