Groft álop á ágrýtin almenn starvsfólk

SO hendi tað aftur. Ein av tingmonnum fólkafloksins kundi ikki lata vera við at gera eitt groft, ósakligt og niðurgerandi álop á starvsfólkini á einum av landsins almennu stovnum, Almannastovuni.

Í so máta kemur hetta ikki óvart á nakran. Tí tað vísir seg, at nettup umboð fyri fólkaflokkin við jøvnum millumbili brúka tingsins røðarapall ella málgagn floksins til at undirgrava almennar stovnar við at leypa á starvsfólkini, sum gera sítt arbeiði til lítar og væl tað. SJÁLVANDI hava politikarar og onnur sín fulla rætt til at gera viðmerkingar og seta spurnartekin við arbeiðið á almennu stovnunum. Men tað má vera eitt minstakrav, at slíkt byggir á sakligar upplýsingar og ikki á gitingar og aggressiónir hjá ávísum tingfólkum móti øllum teimum, sum starvast hjá tí almenna.


TAÐ, sum Rúna Sivertsen, bar fram á tingsins røðarapalli í farnu viku, og sum hon síðani hevur sagt í fjølmiðlunum, er undir alt lágmark. Tað er eini tingkvinnu sum henni til sera lítlan sóma. Tað er spell, at eitursáðið, sum formaður floksins á tingi, Óli Breckmann hevur lagt nú í mong mong ár móti nettup øllum almennum stovnum og starvsfólki, nú spírir millum nýggju og ungu tingfólk floksins. Hvussu ber tað til, at tað eru júst fólkafloksfólk, sum so sanniliga brúka og gera sær dælt av øllum almennum tænastum, sum ferð eftir ferð koma fram við ósakligum og nærum óndsinnaðum álopum á tey fólk, sum arbeiða á almennum stovnum, fólk sum nettup royna at kýta seg fyri at ganga tørvinum hjá m.a. fólkafloksfólki á møti?KOMIÐ við sakligum og grundaðum argumentum, um tit vilja gera broytingar á almennu stovnunum. Vit síggja í greiða svarinum frá nýggja almannastjóranum og kenna tað frá fleiri av undanstjórum hennara, at tað, sum Rúna Sivertsen førir fram og sum ÓB hevur ført fram áður um, hvussu illa almennir stovnar og starvsfólk virka, er ikki sannleikin. Tað er beint tvørturímóti. Stovnarnir eru undirmannaðir. At hesi fólkafloksfólk royna at tengja hetta saman við einum komandi fullveldi átti at fingið nakrar klokkur at ringt hjá teimum, sum í samgonguni eru fyri at verja um tær sosialu skipanir, sum vit øll njóta gott av. Hvat siga tjóðveldisfólk og sjálvstýrisfólk til hesi óndsinnaðu álop fólkafloksins á so týðandi almennar stovnar? Hvat sigur vanligu fólkafloksveljarin? Hvat sigur Starvsmannafelagið?