Groft innbrot í Havn

Onkur hevur skotið við høglbyrsu inn ígjøgnum rútin hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni og stolið smúkkur

 

Í nátt hevur eitt heldur óvanligt og ógvusligt innbrot verið hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni í Havn.

 

Innbrotið varð fráboðað klokkan 03.28 í nátt og tá ið løgreglan kom á staðið, funnu tey ein hamara uttanfyri vindeygað.

 

Men tað sum órógvaði løgregluna meiri er, at tað vísir seg, at onkur hevur skotið við høglbyrsu inn ígjøgnum rútin.

 

- Tað er eitt hol á 20 ferðir 40 sentimetrar í rútinum, sigur løgreglan.

 

Í handlinum eru smúkkur stolnar fyri einar 3.000 krónur.

 

Løgreglan hevur eisini leitað við hundum og hevur funnið nakrar óskotnar patrónir í grannalagum.

 

Tað er sannlíkt, at tær hava okkurt við innbrotið at gera, sigur løgreglan.

 

Løgreglan hevur spurt seg fyri hjá fólki, men eru ikki komnir so langt við kanningunum enn.

 

Men løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hava samband við innbrotið.

 

Talan kann vera um fólk, sum hava verið tætt við, fólk, sum búgva í grannalagnum, ella fólk, sum hava koyrt framvið.

 

Løgreglan hugsar ikki bara um fólk, sum hava verið beint uttanfyri handilin, men í grannalagnum, sum heild.

 

Løgreglan sigur, at hóast fólk halda, at tað, tey hava sæð, ella hoyrt, einki hevur upp á seg, eiga tey at siga frá kortini.

 

- Netupp tann upplýsingin kann verða brikkurin, sum fær pusslispælið at liggja sum tað skal, sigur løgreglan.

 

Løgreglan heitir á eisini á tey, sum eiga byrsu um at kanna um byrsan er til enn, ella um hon er stolin.

 

Løgreglan hugsar ikki bara um tey, sum hava byrsu heima, men ikki minst liggja nógvir bátar í Havnini og løgreglan heitir á bátseigarar, sum hava byrsu í bátinum um at kanna, um byrsan enn til enn, ella um hon er stolin.

 

Myndin er av handilsglugganum hjá Niels L. Arge, sum tað er neglt upp fyri aftur, eftir at onkur hevur skotið inn ígjøgnum tað í nátt.