Grønur veðrur til G!

Serstøk økologisk øl verður at fáa í Gøtu í summar

 

 

Í tíðindaskrivi veit G! at siga, at tað er Einar Waag sjálvur, sum hevur staðið fyri at bryggja nýggju ølina, sum einans verður seld á G!. Seinnu árini hevur tað annars verið dóttir Einar, Annika Waag, sum hevur verið bryggjmeistari í Klaksvík, men royndi stjórin hevur altso prógvað, at hann framvegis dugir at blanda korn og vatn eftir røttu forskriftunum.

 

Grøni veðrurin er ein organisk øl, sum er til styrki sum vanligur veðrur.