Grønur miðbýur

Mikukvøldið samtykti Klaksvíkar Býráð ætlanina fyri miðbýin. Tað, sum er serstakt við hesari ætlan er, at dentur er lagdur á ein umhvørvisvinarligan miðbýð, har gagnnýtsla, endurnýtsla, umhvørvið og orkusparingar eru tann reyði tráðurin, ið førir Klaksvíkar Kommunu nærri at tí grønu vangamyndini.Ein sjóvarhitaskipan verður gjørd, ið fer at veita orku til íbúðirnar. Somuleiðis verða ítróttarhallirnar, svimjihøllin og seinni skúlarnir eisini knýttir at hesi skipan. Hetta fer at geva Klaksvíkar Kommunu eina trivaliga rakstrarsparing í oljuútreiðslum fyri hesar stovnar. Útrokningar vísa, at hetta kann tátta ímóti milliónini.

 

 

Gagnnýta sjóvarhitaskipanina til skoytubreyt

Við at veita hita frá skipanini fáa vit avlopskulda. Kuldan ynskja vit at gagnnýta. Ætlanir eru um at leiða kuldan undir Biskupstorg, soleiðis at vit hava møguleikan at brúka kuldan til eina møguliga skoytubreyt. 

 

 

Endurnýta steinarnar frá “Stóru kai”

Kjarnan í miðbýnum verður Biskupstorg, ið verður steinsett við basalt steinum frá Stóru kai. Fyri nógvum árum síðani varð Stóra kai umvæld, og steinarnir, sum bryggjan upprunaliga var steinsett við, vórðu tiknir upp og goymdir. Vit endurnýta teir og skapa eina samanrenning av nútíðini og fortíðini. Torgið, har vit miðsavnast, verður sostatt steinsett við steinunum, ið hava verið ein partur av Stóru kai ígjøgnum eitt mannaminni - okkara mentanararvur.

 

 

Grøn økir og samanbundnir gonguteigar

Hugsað verður eisini út um miðbýin. Ætlanin er, at gonguteigar skula sambinda Klaksvíkina í miðbýin. Frá grøna økinum úti í Grøv, inn í tann nýggja miðbýin og víðari til bátabrúgvarnar ella Heimið við Vágna verður gjørligt at spáka sær ein túr uttan at órógvast av ferðsluni. Teigarnir koma framvið Akursmørk og Vágsbøi. Har verður eisini fríðkað um - vit kalla tað fjøllbroytt frílendi. Trøð, blómur og runnar frá tí føroysku náttúruni fara at koma til sín rætt. Minni heyggjar koma seta ein huldukendan dám á økið, har vit fáa møguleikan at njóta fríløturnar í hjartanum í Klaksvík. Vit skula vera við til at skapa nakað serstakt, har ið hornasteinurin er ein grønur og umhvørvisvinarligur hugburður.

 

 

Kristian Eli Zachariasen,

Formaður í Umvørvis- og Býarskipanarnevndini