GRØNT ER FRAMVEGIS REYTT

Vilt tú hava eitt grønt samfelag, so skalt tú stemma reytt.

 

Vit ásanna, at veðurlagsbroytingarnar eru ein verulig avbjóðing fyri náttúru, vinnu og samfelag. Tað hevur skund at vit, og allur heimurin, gera neyðug átøk.

 

Hetta mugu vit halda fast við, sjálvt um hann sjálvur, Trump, sum eitt tað fyrsta eftir at hann var komin til, var at taka USA burtur úr Parísavtaluni. Tað er avtalan, sum 195 lond tóku undir við í 2015, um at seta okkum veðurlagsmál og minka um dálkandi útlát.

 

Í Føroyum hava vit nógvar Trump-fjepparar. Tey gníggjaðu sær í hondunum, tá hann tók USA burtur úr avtaluni, tí tað stuðlaði undir teirra fatan um, at veðurlagstrupulleikar og veðurlagskreppan ikki er til, men er uppfunnin av onkrum sum vil okkurt annað. Akkurát sum teirra stóra fyrimynd.

 

Trumpistarnir í Føroyum eru nokkso kúrrir fyri tíðina. Einki skrøgg um, at man er fjeppari av honum, sum ætlar at ognartaka stóran part av danska kongaríkinum. Hann, sum nú við sínum politikki hevur verið við til at hækka oljuprísin. Hetta hóttir okkara samfelag, og sendir eina stóra rokning til vanliga fólkið.

 

Men Trumpistarnir eru har. Tey vilja leggja forðingar fyri grøna orkuskiftið, og ikki virka fyri ítøkiligum framstigum.

 

Javnaðarflokkurin vil í komandi valskeiði virka fyri útlátsminking á orkuøkinum. Orkuskiftið við stuttfluttari, varandi orku, skapar føroyskt sjálvbjargni og kann eisini vera við til at skapa nýggj arbeiðspláss og vinnur.

 

Tað eru ymiskar skipanir, sum leggja fótonglar fyri útbýggjan av orkuskiftinum. Tað er harmiligt, at vit av stirvnum skipanum, seinastu árini vórðu noydd at brúka tíðina til at telja fuglar í staðin fyri at seta upp vindmyllur. Her mugu vit gera nakrar broytingar í lóggávuni, so vit fáa sett ferð á aftur útbyggingina av vindorku og aðrari varandi orku. Sjálvsagt skulu árinsmetingar eisini gerast, men tær skulu gerast sum eitt tað fyrsta, áðrenn verkætlanin fer í gongd.

 

Vit skulu eisini tryggja, at øll skulu við í orkuskiftið. Vit mugu gera hetta við skipanum, sum stuðla teimum, sum annars ikki hava ráð til tær grønu íløgurnar.

 

Vit skulu eisini hava eina lóg á veðurlagsøkinum, sum setur kósina við ítøkiligum málum fyri minking av útláti og tryggjar okkum eina regluliga dagføring av málum og átøkum.

 

Javnaðarflokkurin heldur fast í grønu kósini.

 

So vilt tú tað grønt, so skalt tú stemma reytt.

 

Lat meg fáa stemmuna hósdagin 26. mars, so hon kann arbeiða grønt - og reytt.

 

 

 

Margit Stórá, valevni hjá Javnaðarflokkinum til Løgtingsvalið