Grønlendski landsstýrisformaðurin á vitjan

Í næsta mánaði kemur grønlendski landsstýrisformaðurin á almenna vitja í Føroyum

Kim Kielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi hevur áður verið í Føroyum, men í mars kemur hann higar á almenna vitjan.

 

Løgmaður, Aksel V. Johannesen, er vertur og teir báðir fara at tosa um vi9ðurskiftini millum Føroyar og Grønland, umframt at Kim Kielsen fer at vitja fyritøkur og almenna stovnar í Føroyum.

 

Vitjanin verður frá 17. til 21. mars.