Grønlendskar kvinnur krevja endurgjald

67 grønlendskar kvinnur, sum í seksti- og sjeytiárunum fingu snyril uppsettan av donskum læknum, ofta uttan samtykki, krevja nú hvør 300.000 krónur í endurgjaldi frá danska statinum.

 

Naja Lyberth er sálarfrøðingur og traumaterapeutur. Hon var hin fyrsta, ið steig fram í 2017 í snyrilmálinum og hevur savnað saman kvinnur, sum eru í somu støðu sum hon

Tað skrivar Danmarks Radio. 

Í dag sendi verjuadvokaturin, Mads Pramming, ríkinum eitt endurgjaldskrav. Verður kravið afturvíst, stevna kvinnurnar ríkinum.

 

Lesið eisini: Snyril-raktar kvinnur í Grønlandi ætla at rættarsøkja Danmark

Kvinnurnar vilja ikki bíða eftir eini nágreiniligari kanning av málinum, sum danska stjórnin og grønlendska landsstýrið í fjør samdust um seta í verk, tí tað verður ikki liðugt fyrr enn í mai í 2025.

4500 snyrlar vórðu settir upp í frá 1966 til 1970. Endamálið var at avmarkað talið av grønlendskum børnum og harvið útreiðslurnar hjá danska statinum.

/ritzau/

 

Naja Lyberth er sálarfrøðingur og traumaterapeutur. Hon var hin fyrsta, ið steig fram í 2017 í snyrilmálinum og hevur savnað saman kvinnur, sum eru í somu støðu sum hon