Í Grønlandi stórfegnast tey í kvøld.
Grønlendska kvinnulandsliðið í hondbólti vann seg fyrr í dag til HM-endaspælið, ið verður avgreitt í Danmark, Noregi og í Svøríki í november og desember.
Tað var ein fullsett høll í Nuuk, ið sá grønlendsku kvinnurnar knógva heim ein 17-15 sigur á Kanada í finaluni í norður og millumamerikonsku undankappingini.
Grønland var á odda 9-7 í steðginum. Kanada vann seg framum 11-10, og tá gjørdist tað nervakent hjá heimafjøldini. Ikki fyrrenn 10 minuttir vóru eftir kom Grønland framum 16-15. So gekk ein lang løta har hvørki liðið skoraði. Ikki fyrrenn í seinasta minuttinum megnaðu tær grønlendsku at negla fyri at tryggja sær sigurin við at skora til 17-15.
Grønland megnaði at vinna allar sínar fimm dystir í kappingini.
Hetta er aðru ferð í søguni, at grønlendsku kvinnurnar vinna seg til HM-endaspælið. Fyrru ferð var í 2001.