Grønlendingar hava fingið drotningataluna

Sambært Politiken er tað ríkisumboðsmaðurin í Grønlandi, sum hevur sent fjølmiðlunum nýggjársrøðuna

Tað verður rættuliga rørt í donsku fjølmiðlagrýtuni nú seinnapartin. Meðan tað verður bíðað eftir, at drotningin klokkan 17 føroyska tíð skal halda árligu nýggjársrøðuna, veit Politiken at siga, at talan er komin grønlendsku miðlunum í hendi. Sagt verður at tað er ríkisumboðsmaðurin í Grønlandi, sum hevur sent miðlunum røðuna í grønlendskari umseting.

Talan er um eitt mistak. Donsku miðlarnir fáa ikki taluna, og bæði teir og danir og øll onnur eiga ikki at fáa taluna, fyrrenn drotningin umleið klokkan 17.15 verður liðug at røða og hevur endað við at siga Gud bevare Danmark.