Grønlendari á altjóða støði

Nýggj video hjá grønlendska tónleikarunum Simon Lynge gevur fólki tónleik á altjóða stigi

34 ára gamli Simon Lynge, sum er búsitandi í USA, hevur júst gjørt nýggja video til sang hjá sær.

Seinasta útgávan hjá honum The Absence Of Fear kom út í apríl, og sangurin Perpetual Now er av hesari útgávu.

Omanfyri ber til at síggja nýggja videolagið hjá Simon Lynge, sum fyrr í ár hevði framførslu í Føroyum.