Oyggjaleikir: Tað eydnaðist Grønlandi at bjarga sær eitt gullheiðursmerki á oyggjaleikunum á Bermuda.
Tað sá einki út, aftaná Grønland hevði tapt báðar finalurnar í fótbólti ímóti Bermuda, bæði hjá kvinnum og monnum.
Tað blivu Bror Madsen og Taatsiannguaq Pedersen, sum blivu stóru hetjurnar hjá Grønlandi, tá teir vunnu eina sera spennandi finalu í tvímansleiki í badminton hjá monnum ímóti Paul Le Tocq og Kevin Le Moigne úr Guernsey,
Grønlendingar taptu fyrsta sett 19-21, men teir komu sterkt aftur, og vunnu 21-17 og 21-19, og harvið finaluni 2-1 í settum. Fagnaðurin var ómetaliga stórur hjá okkara brøðratjóð, tá sigurin var heima.
Her sæst tann seinasta løtan av tí avgerandi settinum: http://www.youtube.com/watch?v=myiGh8KHxV0
Her sæst løtan, tá Bror Madsen og Taatsiannguaq Pedersen fingu handað gullmerki á oyggjaleikunum á Bermuda: http://www.youtube.com/watch?v=FQr8a75FYPo
Mynd: sermitsiaq.gl










