Grønland vann arktiskt melodigranprix

Grønlendski bólkurin Nuija fór við sigrinum í fyrsta arktiska melodigrandprix.

 

Tað skrivar Sermitisiaq.AG.

Tónleikakappingin, sum ber heitið Pan-Arctic Vision, var í gjár í býnum Vadsø í Norðurnoreg.

Tíggju bólkar frá arktisku økjunum luttóku í kappingini, millum annað úr Alaska í USA, russiska partinum av Arktis, frá norðara parti í Finnlandi og Yukon í Kanada.

– Vit eru ógvuliga fegin um at vinna, men eisini fyri at sleppa at umboða tónleik okkara og Grønland. Vit eru ógvuliga errin og fegin, sigur forssangarin og gittarleikarin í bólkinum, Nick Ørbæk.

Sigur merkir, at Grønland eftir ætlan skal verða vertur fyri kappingina næsta ár.

/ritzau/