Útflytarar í Norðuratlantshavi hava í 2022 havt sera góða sølu og skjótt veksandi prísir á skjeljarækjum í Kina, sum er heimsins størsti marknaður fyri skeljadjór og fiskavørur.

Útflutningurin til Kina setir nýtt met

Bæði Royal Greenland og Polar Seafood lata væl at søluni og marknaðinum í Kina í ár.

 

Útflytarar í Norðuratlantshavi hava í 2022 havt sera góða sølu og skjótt veksandi prísir á skjeljarækjum í Kina, sum er heimsins størsti marknaður fyri skeljadjór og fiskavørur.

Bæði Royal Greenland og Polar Seafood vænta, at sølan av rækjum til Kina í ár fer at seta met.

 

Kinesiski innflutningurin av kaltvatnsrækjum er brádliga vaksin í 2022, og útflytarar í Norðuratlantshavi hava góða sølu og góðan vinning.

 

Feløgini í Grønlandi, eitt nú Royal Greenland og Polar Seafood, hava sett kósina móti nýggjum metum í Kina í 2022, eftir at sølan hevur verið nakað lakari seinastu tvey árini.

 

Tað veit Sermitsiaq at siga.

 

- Hjá Royal Greenland hevur sølan av skeljarækjum í 2022 verið sera góð. Prísirnir eru líka so høgir sum í 2019, sum var eitt gott rækjuár, sigur Bruno Olesen, sum er søluleiðari hjá Royal Greenland.

 

Í nøgd tekur Kina ímóti helminginum av rækjusøluni hjá Royal Greenland. Felagið hevði í 2019 ein metumsetning á eina miljard krónur í Kina, og tá var talan um bæði rækjur og svartkalva.

 

- Árið 2022 sær út til at fara at seta nýtt met, sigur søluleiðarin.

 

Eisini hjá Polar Seafood verður væntað, at hetta árið verður metár.

 

- Vit hava eisini havt eitt sera gott ár í Kina, og vit eru væl nøgd, sigur nevndarformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, við Sermitsiaq.

 

Grønland er tað landið í heiminum, sum hevur størsta fiskiskap og sølu av kaltvatnsrækjum - við Kanada í hølunum. 

 

- Útflytarar í Norðuratlantshavi hava í 2022 havt sera góða sølu og skjótt veksandi prísir á skjeljarækjum í Kina, sum er heimsins størsti marknaður fyri skeljadjór og fiskavørur, skrivar Sermitsiaq.

 

 

 

Útflytarar í Norðuratlantshavi hava í 2022 havt sera góða sølu og skjótt veksandi prísir á skjeljarækjum í Kina, sum er heimsins størsti marknaður fyri skeljadjór og fiskavørur.