Grønland setir met í smittu

Úrslitið av kanningunum í gjár vísir, at smittan serliga er millum børn, men at hon nú eisini spjaðir seg til restina av fólkinum.

 

Í seinastu dagføringini av nýggjum smittutilburðum í Grønlandi vísa hagtølini, at landið seinasta samdøgrið hevur skrásett 40 nýggjar covid-19 tilburðir.

 

Millum tey smittaðu eru 24 børn undir 12 ár og 15 vaksin í Nuuk. Ein einstakur smittutilburður er staðfestur í kendari smittukeldu í Maniitsoq.

 

Tað merkir, skrivar Sermitsiaq, at samlaða talið av skrásettum tilburðum síðan mánadagin er 40, og tað er sambært heimasíðuni met í Grønlandi í eitt samdøgur.

 

Heilsumyndugleikarnir í Grønlandi vísa á, at samlaða talið av aktivum smittaðum í Grønlandi í løtuni er 102, og niðurstøðan er, at støðan í Nuuk er trupul.

 

- Úrslitið av kanningunum í gjár vísir, at smittan serliga er millum børn, men at smittan nú eisini spjaðir seg til restina av fólkinum, siga heilsumyndugleikarnir í Grønlandi.

 

Lagt verður aftrat,  at stóra smittuspjaðingin ger, at tað er trupult at smittuspora, og tað tekur tíð at finna tey, sum hava havt nærsambond við tey smittaðu.