Fyrrapartin í dag steðgaði leitingin eftir trimum saknaðum, sum leitað hevur verið eftir seinastu dagarnar.
Talan er um trý fólk, sum vóru í einari jollu í Diskovíkini í Grønlandi.
Tá fólkini vórðu eftirlýst sum saknað, varð farið at leita, og tá varð ein mannleys jolla funnin.
Síðan hevur leitingin hildið fram við bæði flogfari og tyrlu, umframt at fleiri sjálvboðin eisini hava verið úti í Diskovíkini og leitað.
Tað er Arktisk Kommando, sum hevur skipað leitingina, og Grønlands Politi hevur eisini verið við í átakinum.
Í morgun upplýsti so Arktisk Kommando, at leitingin eingi úrslit hevur givið, og tískil er leitingin nú steðgað.
Jollan, sum er funnin, verður knýtt til tey saknaðu, men tíverri hevur tað ikki eydnast at finna nakran av teimum saknaðu.