Sambært eina veljarakanning, sum HS-Analyse hevur gjørt fyri avísina Sermitsiaq, verður IA størsti flokkur á grønlendska valinum fríggjadagin við 38,5 prosentum, meðan Siumut er stutt aftanfyri við 34,3 prosentum.
Men tað kann saktans blíva enn meira spennandi, tí í síðstu kanningunum er Siumut farið at nærkast IA støðugt, og í nýggjastu kanningini hevur Siumut serliga tikið atkvøður frá Partii Naleraq, sum eftir fáum døgum er farið úr 14,8 niður á 10,8 prosent.
Demokratarnir fáa 9,2 prosent av atkvøðunum og Atassut fær seks prosent, meðan tað gongur heilt av skriðuni hjá Partii Inuit, sum er dottið niður á 1,2 prosent.
Grønlendska kringvarpið, KNR, roknar við, at smáu flokkarnir kunnu gerast avgerandi fyri, hvør mannar nýtt landsstýrið í Grønlandi, uttan so at IA og Siumut finna saman í samstarv við 23 av 31 landstingslimum, sum tað sær út nú.
Framvegis kann tó nógv broytast, tí við stórari útskifting í fleiri av flokkunum, eru fleiri veljarar í iva um, hvar krossurin skal setast. Ikki færri enn 38,5 prosent av teimum hava ikki tikið støðu til tað enn.
Og hóast fleiri av teimum ivasomu siga seg hava besta hugin at greiða atkvøðu fyri IA, er Siumut traditionelt ein flokkur við sterkum valevnum kring alt landið, so lokali kunnleikin til tey uppstillaðu kann eisini enda við, at Siumut fær fleiri av ivandi atkvøðunum.