Orsøkirnar til krabba í maga og tarmi hava ofta sína orsøk í lívsstíli, og tí mælir landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, til meira íðkan, og at fólk eta meira heilsugóðan kost.
Tøl hjá Grønlands Statistik vísa, at Grønland í 2020 innflutti 92 tons av tubbaki, og meira enn helmingurin av fólkinum í Grønlandi, sum eru 15 ár og eldri, festa sær hvønn dag í eina sigarett.
Sermitsiaq veit at siga, at hetta er norðurlendskt met - eitt met, sum eisini sæst aftur í, at landið hevur lutfalsliga nógvar tilburðir av krabba í lungu og tarmi.
Landslæknin í Grønlandi vísir á, at bæði hesi krabbasløg hava sína orsøk í ósunnum lívsstíli, og her hevði ein broyting í lívsstílinum havt við sær færri útreiðslur til heilsuverkið í samband við viðgerð av krabbameini.
- Hetta eru sløg av krabba, sum kunnu minkast og í besta føri burturbeinast - bert um vit sleptu sigarettini, sigur landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, við Sermitsiaq.
Landslæknin vísir á, at í 2019 fingu 97 kvinnur og 84 menn staðfest krabba. Hetta svarar til, leggur landslæknin aftrat, at 3,5 fólk í Grønlandi hvørja viku fáa staðfest krabba.
- Tey eru eisini alt ov mong, sum koma ov seint til lækna, tá tey fáa sjúkueyðkenni, og hetta er bæði galdandi fyri fólk, sum búgva í Nuuk og aðrastaðni í Grønlandi, sigur Henrik L. Hansen við Sermitsiaq.