Grønland gevur upp í stríðnum um jólamannin

Fleiri túsund børn senda hvørt ár til jóla bræv við gávuynskunum til Grønlnads, tí har býr jólamaðurin, halda fleiri.

 

Altjóða er tó ósemja um hetta, og nøkur halda, at hann í veruleikanum eigur at búgva á Norðpólinum, í Turkalandi ella í Russlandi.

 

Finnar eru tó ikki í iva um, hvaðani hann er. Jólamaðurin er teirra, og hann hoyrir heima í Laplandi.

 

Har ber til at vitja býin »Santa Claus Village«, sum er ein undirhaldsgarður við handlum og matstovum.

 

Í Grønlandi geva tey upp í stríðnum um at vera heimlandið hjá jólamanninum. Tað segði Lykke Geislar Yakaboylu, stjóri í Visti Greenalnd, leygardagin við DR.

 

– Hetta sirkusið, sum finnar hava, kunnu vit ikki kappast við. Finnland má fegið fáa jólamannin fyri okkara skuld, segði hon.

 

 /ritzau/