Grønland fær 613 ferðamannaskip í ár

- Vit vilja gjarna hava vitjandi, sum vísa virðing fyri náttúruni og sum hava áhuga fyri okkara mentan, sigur stjórin í Visit Greenland.

Í Grønlandi vænta tey, at hetta verður árið, tá landið setir met í ferðamannaskipum.

 

Her í Føroyum halda vit kanska, at vit hava nógv ferðamannaskip, men í Grønlandi eru tey nógv fleiri. 

 

Sambært Sermitsiaq hevði Grønland vitjan av 421 ferðamannaskipum í 2022, og í ár er væntandi, at talið verður 613, sum eisini er met í eitt ár.

 

Soleiðis eru tað rættiliga nógv ferðafólk, sum ynskja at vitja heimsins størstu oyggj, sum Grønland verður rópt.

 

Í Grønland siga tey, at ferðamannaskipini eru týdningarmikil fyri grønlensku ferðavinnuna.   

 

- Í nøkrum bygdum og býum tvífaldast íbúgvaratalið, tá flótandi hotellini leggja til bryggju við kanska 1000 ella 2000 ferðafólkum.

 

Sermitsiaq skrivar, at allur heimurin vil uppliva Grønland - av einum skipi og við einari stuttari vitjan í landi.

 

- Vit marknaðarføra ikki skipsferðavinnu, men vit vita, at hesin parturin er týdningarmikil fyri lokal arbeiðspláss, sigur stjórin í Visit Greenland, Anne Nivika Grødem.

 

Hon sigur tó, at Visit Greenland arbeiðir við at fáa skip til Grønlands, sum leggja til bryggju í fleiri havnum.  

 

- Vit vilja gjarna hava vitjandi, sum vísa virðing fyri náttúruni og sum hava áhuga fyri okkara mentan, soleiðis at vit fáa eina meira burðardygga ferðavinnu, sigur hon.

 

Eisini í Grønlandi hevur við jøvnum millumbilum verið funnist at stóru ferðamannaskipunum, og her hevur verið sagt, at tey leggja ikki nóg mikið av pengum eftir sær í lokalu økjunum.

 

- Tað skal vera ein javnvág millum talið av ferðafólki og lokalsamfelagið, men Visit Grønland hevur ikki heimild til at regulera talið av ferðafólkum.

 

Anne Nivika Grødem leggur aftrat, at ferðamannaskip kunnu í prinsippinum leggja at í øllum havnum, um tey bara hava eina avtalu við havnamyndugleikarnar á staðnum.

 

Meira um hetta kann lesast á www.sermitsiaq.ag

 

##med2##

 

 

 

 

 

- Vit vilja hava eina meira burðardygga ferðavinnu, sigur stjórin í Visit Greenland, Anne Nivika Grødem.