Seinastu tíðina hevur Grønland havt vaksandi tal á koronusmittu, og í løtuni eru 29 fólk smittað.
Hetta hevur fingið grønlendska landsstýrið at seta strangari tilmæli í verk fyri at basa smittuni, skrivar Ritzau.
Tí kunnu bert fólk, sum hava fingið í minsta lagi eina koppseting fyri covid-19, brúka almennu ferðsluna í Grønlandi ella vitja á matstovum, barrum og ítróttarstøðum.
Myndugleikarnir fara ikki at krevja koppsetingarprógv frá fólki, tí landsstýrið sigur seg hava álit á, at fólk virða tilmælið.
Í fyrsta umfari er tilmælið galdandi til endan av juli mánaði.