Í Grønlandi fegnast fólk í kvøld um eitt gott avrik hjá grønlendska kvinnulandsliðnum í hondbólti.
Fyrradagin var Grønland fyri stórtapið 11-43 móti Noregi í innleiðandi bólki C, men í dag gekk munandi betri.
Grønland tapti í øðrum dystinum 16-27 fyri Suðurkorea. Serliga avrikið í seinna hálvleiki var framúr gott.
Í steðginum vóru grønlendsku kvinnurnar aftanfyri 6-15, og eitt skiftið vóru tær aftanfyri 8-20, men seinasta korterið avrikaðu tær framúr bæði í verjupartinum og í álopspartinum, og tær vunnu seinasta korterið við einum máli.
Sunnudagin klokkan 17 spælir Grønland móti Eysturríki, ið vann á Suðurkorea við einum máli, 30-29. Tað gevur grønlendingum góðar vónir um, at tær aftur kunnu avrika væl móti Eysturríki.
Suðurkorea – Grønland 27-16 (15-6)
Suðurkorea : Boeun Gim 4, Bitna Woo 4, Eun Hee Ryu 3, Jiyoung Song 3, Jinmi Shin 3, Jiyeon Jeon 2, Hyewon Lee 2, Yejin Yun 2, Eunhye Kang 1, Eunseo Kang 1, Suyeon Jo 1, Eunjoo Shin 1.
Grønland : Sandra Rothberg 4, Aviana Vilhelmine 2, Sascha Ane Jordening 2, Ivalu Cecilie 1, Nivi Jensen Petersen 1, Nukaaka Lyberth 1, Anja Labansen Heilmann 1, Ivaana Augusta 1, Andrea Marie Bertia 1, Ivalu Cecilie 1, Josefine Jakobsgaard 1.











