Grønland: 59 prosent av kanningunum vóru positivar

Í vikuni eru tvey fólk í Grønlandi deyð við koronu. Annar persónurin hevði aðrar sjúkur, meðan hin doyði av covid-19.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sum sjálvur er smittaður við koronu.

Í dag hevur Grønland skrásett 148 nýggjar koronu-tilburðir við PRC-kanningum. Talan var um 251 kanningar tilsamans, harav 148 vóru positivar. 

 

Tað merkir, skrivar Sermitsiaq, at umleið 59 prosent av teimum kannaðu høvdu covid-19.

 

Í Grønlandi ger landslæknaembætið vart við, at talið av smittaðum er "kunstiga" lágt, tí úrslitið byggir á so fáar kanningar.

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sum sjálvur er smittaður við koronu, vísir á, at tey ikki hava fingið fleiri fráboðanir úr nýggjum bygdum, sum halda seg hava koronu.

 

Mikudagin kunngjørdu heilsumyndugleikarnir í Grønlandi, at tvey fólk aftrat nú eru deyð við koronu í Grønlandi. Við hesum er talið av deyðum í Grønlandi við - ella av - koronu komið upp á fýra.

 

Sambært grønlendsku heilsumyndugleikunum doyði annar persónurin í vikuni av koronu, meðan hin persónurin eisini hevði aðrar sjúkur at dragast við.

 

 

 

 

 

Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sum sjálvur er smittaður við koronu.