Tað skal framvegis verða bíligt at keypa elbilar, og bilar sum brúka vetni, til Føroya. Tað ætlar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Í løtuni verður skrásetingargjald,ella virðisgjald, ikki kravt av bilum, sum brúka grøna orku. Tað undantakið fer úr gildi í ár, men nú fer Jørgen Niclasen at leggja uppskot fyri Løgtingið um at leingja undantakið í trý ár afturat, til 31. desember í 2018. Tað merkir, at eisini fram til nýggjársaftan í 2018, skulu bilar, sum brúka grøna orku, ikki rinda skrásetingargjald í føroyska landskassan.
Jørgen niclasen staðfestir, at tað er ikki hent nógv við útbreiðsluni av el- og vetnisbilum, síðan lógin um at frítaka teir fyri skrásetingargjald, kom í gildi í 2008. - Útboðið av el- og vetnisbilum er tí enn ógvuliga avmarkað, og bilarnir eru sera dýrir og ikki serliga brúkaravinarligir. Elbilarnir koyra ikki langt upp á eina løðing og tað tekur nógvar tímar at løða bilarnar við vanligum streymveitingina í sethúsum og bygningum annars.
- Hvussu menningin og útboðið av el- og vetnisbilum fer at verða næstu árini, er ilt at siga nakað um. Men enn er langt á mál, áðrenn el- og vetnisbilar verða nakað alternativ til bensin- og dieselbilarnar, heldur landsstýrismaðurin. Hann leggur afturat, at enn eru heldur ongar løðistøðir settar upp í Føroyum til at løða og fylla á el- og vetnisbilar.
Men nú ætlar landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sær so at staðfesta, at skrásetingargjaldið á bilar ikki skal vera nøkur forðing fyri útbreiðsluna av el- og vetnisbilum í Føroyum. Sostatt verða teir frítiknir fyri skrásetingargjald í trý ár afturat. Hann heldur, at hetta hevur eitt týdningarmikið signalvirðið fyri føroyska umhvørvispolitikkin, og er eisini í samsvari við umhvørvispolitikkin hjá Føroyum. Tað skal tó viðmerkjast, at el- og vetnisbilar fara at rinda merivirðisgjald og burturbeiningargjald.
|