Leygarkvøldið um 23-tíðina vendi ein borgari í grønlendska býnum, Qooqqut, sær til løgregluna.
Viðkomandi var órógvaður um eina kvinnu og mann, sum í einari jollu skuldu verið komin til grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk.
Tey saknaðu vóru seinast sædd nærindis Qooqqut leygarkvøldið um 20-tíðina. Tey vóru í einari hvítari Alaska-jollu við einari aðrari jollu uppá sleip.
Leiðin bar tá móti Nuuk.
Stór leiting hevur verið eftir teimum báðum, men tíverri endaði leitingin í stórari sorg. Tey saknaðu vórðu funnin deyð í fjørðinum seinnapartin í gjár.
Grønlands Politi hevur boðað teimum avvarðandi frá vanlukkuni. Løgreglan sigur, at Alaska-jollan er ikki funnin, ei heldur jollan, sum tey bæði høvdu uppá sleip.
- Vit heita tí á fólk, sum sigla í økinum, um at vera ansin, tí ymiskt kann rekast í sjónum, sigur Grønlands Politi eftir syrgiligu hendingina í Grønlandi.
Tað er Sermitsiaq, sum ber hesi tíðindi frá Grønlands Politi.