Jógvan Skorheim, formaður Nýggja Sjálvstýrisins, vónar, at samgongan fer at taka undir við uppskotinum hjá flokkinum um at frítaka grønar hitaskipanir fyri meirvirðisgjald.
– Tíðin er komin til at gera okkurt fyri grønu framtíðina í staðin fyri bert at tosa um hana. Har er onki at bíða við, heldur Jógvan Skorheim.
Hann sipar til tíðindini í útvarpinum í kvøld, har vit hoyrdu, at føroyska CO2 útlátið als ikki er minkað seinastu 10 árini – hóast nógv ár eru gingin, síðani Landsstýrið setti sær hetta fyri. Og síðani hoyrdu vit landsstýriskvinnuna í orkumálum fegnast um uppskotið um MVG-frítøku av grønum hitaskipum, sum Nýtt Sjálvstýri hevur lagt fyri tingið.
Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri tulkar hetta sum eina ábending um, at samgongan er klár at taka undir við uppskotinum, sjálvt um ein andstøðuflokkur hevur lagt tað fyri.
– Vit hava lagt bóltin til høgra beinið, og nú er tað upp til samgonguna at seta seinasta fótin á. Verður tað gjørt beinanvegin, kunnu vit taka eitt avgerandi stig rætta vegin. Endamálið við uppskotinum er at gera tað lættari hjá borgarum, stovnum og fyritøkum at gera íløgur í grønar hitaskipanir, sigur Jógvan Skorheim.
Hann vísir á, at umstilling til varandi orkukeldur er ein íløga í grønu framtíðina, men vit tosa eisini um íløgur, sum kasta fíggjarligan vinning av sær í longdini, sigur hann.
Uppskotið var til fyrstu viðgerð í løgtinginum 3. november og varð beint í Løgtingsins fíggjarnevnd.