Grøn ráðstevna í Norðurlandahúsinum

Fróðskaparsetrið hevur seinastu tveir dagarnar skipað fyri ráðstevnu um umhvøvisviðurskifti í Norðurlandahúsinum.

Í gjár og fyrrdagin varð skipað fyri stórari ráðstevnu um umhvørvisviðurskifti í Norðurlandahúsinum.

 

Tað var umvegis samstarv millum universitetini í Kanada, Grønlandi, Íslandi og Noregi, at Fróðskaparsetrið hevði fingið ráðstevnuna í lag.

 

Heiti á ráðstevnuni var »Green Growth Dialogue«, og endamálið var at lýsa umhvørvistrupulleikar, umframt at viðgera hvussu trupulleikarnir verða umrøddir á ymsum pallum.

 

Ráðstevnan varð býtt sundur í framløgur og arbeiðsbólkar, við vón um at tryggja eitt samstarv um burðardygga menning og grønan vøkstur.

 

Lau Øfjord Blaxekjær, stigtakari, greiddi frá ráðstevnuni á Rás 2 í dag. Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni.