Í stóra høvuðssætinum hjá Føroya Tele eru stór tøknirúm við nógvari útgerð, og nógvur hiti stendst av teknisku útgerðini. Av trygdarávum skal hesin hitin kølast niður við køliútgerð, og uttanfyri uppi á høvuðsbygninginum standa kølieindir til endamálið.
Á takinum eru fríkølings-eindir, har køliveskan verður niðurkøld av útiluftini við radiatorum, og eindir, har kompressarar køla veskuna niður. Hendan køliskipan hevur koyrt síðan síðan 2004, tá ið Klingran varð tikin í nýtslu, og tí er neyðugt at gera eina umfatandi dagføring av uttandura skipanini. Serliga fríkølingseindirnar eru illa tærdar.
Hesa vikuna eru nýggjar kølieindir hivaðar upp á takið á Føroya Tele. Við nýggju eindunum verður fríkølingin endurnýggjað soleiðis, at hon í størri mun kølir tøknirúmið við tí meiri passivu og minni orkukrevjandi fríkølingini. Hetta ger, at kompressara-kølingin, sum brúkar meira orku, sjáldan koyrir, og samstundi er minni gangur av skipanini, skrivar Føroya Tele á heimasíðu sínari.
Hartil verður nú sett upp hitapumpa, sum endurnýtir nógva avlopshitan frá tøknirúminum til upphiting av bygninginum.