Gróðurin spælir okkum eitt puss

Kanning hjá Havstovuni vísir, at gróðurin er seinur í ár, og at enn er lítið av føði til fiskalarvur.

Seinastu vikuna í apríl gjørdi Magnus Heinason kanningar av æti á landgrunninum.

 

Hetta er kanning, sum verður gjørd á hvørjum ári hesa ársins tíð, nú ætið eigur at nørast, og fiskalarvur taka sína fyrstu føði.

 

- Kanningin vísti, at gróðurin er seinur í ár, og at enn er lítið av føði til fiskalarvur.

 

Tað sigur Havstovan í dag.

 

Lagt verður aftrat, at fiskalarvur frá í vár eru smáar hesa ársins tíð, og tí klára tær einans at taka smáa føði.

 

- Ætið frá í fjør er ov stórt, men egg og ungar undan ætinum frá í fjør eru góðir gloypibitar ta fyrstu tíðina. So skjótt, sum várgróðurin kemur í sjógvin og djóraætið fær føði, byrjar tað at gýta.

 

Kanningin hjá Magnusi Heinason vísti, at enn er gróðurin á landgrunninum ikki komin.

 

- Meginparturin av djóraætinum er stórt reyðæti frá í fjør. Enn er tí lítið av smáari føði til fiskalarvur. Bæði gróðurin og gýtingin hjá djóraæti økjast tó spakuliga.

 

Havstovan fylgir støðugt við gróðrinum, og á yngultúrinum í juni fæst meira at vita um, hvussu várið hevur hilnast.