Grivin sum ríkismaður

Umboð fyri øll Norðurlond eru í dag í Nuuk og fylgja fyrrverandi landsstýrisformanninum Jonathan Motzfeldt. Úr Føroyum eru farnir Jørgen Niclasen vegna landsstýrið og Hendrik Old vegna Javnaðarflokkin

Klokkan eitt í dag grønlendska tíð fór Jonathan Motzfeldt, fyrrverandi landstings- og landsstýrisformaður og ein av grundarunum av grønlendska heimastýrislógini til gravar.
Tað var ein ikki heilt vanlig jarðarferð, tí umboð fyri øll Norðurlond vóru og fylgdu, fleiri umboð fyri almenna Grønland og somuleiðis danski krúnprinsurin Frederik.
Úr Føroyum eru farnir Jørgen Niclasen vegna Føroya Landstýri og Hendrik Old, fyrrverandi tingmaður Javnaðarfloksins. Hendrik Old fylgir vegna Javnaðarflokkin. Hann kendi væl Jonathan Motzfeldt gjøgnum Norðurlandaráðið.
Vegna donsku stjórnini fylgdu mentanarmálaráðharrin og fyrrverandi uttanríkisráðharrin Per Stig Møller, og vegna donsku sosialdemokratarnar Mogens Lykketoft, fyrrverandi uttanríkisráðharri. Mogens Lykketoft og Jonathan Motzfeldt vóru góðir vinir, og Motzfeldt prestur vígdi Mogens Lykketoft og konuna Mette Holm í eini bygd í Grønlandi.
Jonathan Motzfeldt fór til gravar úr Hans Egede kirkjuni, sum rúmar 450 fólkum. Av teimum vóru 200 sett av til familjuna, fyrrverandi og núverandi limir í landsstýrinum og landstinginum, borgarstjórar og umboð fyri Norðurlond og Nunavut, bróðurfólkið hjá grønlendingum í Kanada.
Grønlendska kringvarpið sendi frá jarðarferðini, og samstundis sum jarðarferðin var í Nuuk, var minningarhald yvir Jonathan Motzfeldt í Helligåndskirkjuni í Keypmannahavn.
Tey avvarðandi bóðu um, at fólk, sum vildu minnast Jonathan Motzfeldt í staðin fyri blómur og kransar, sendu pengar til Jonathan Motzfeldt grunnin, ið letur stuðul til vælgerandi endamál í Grønlandi.
Í sambandi við jarðarferðina gav grønlendska blaðið AG út serblað um Jonathan Motzfeldt, lív og avrik hansara.
Jonathan Motzfeldt var 72 ára gamal, nú hann doyði.