Fuglafjarðar kommuna grevur í løtuni út og planerar fyri trimum grundstykkjum í Fuglafirði.
- Við Hornavegin er næstan liðugt útgrivið, og í Rossagerði verður farið í holt við útgrevstur fyrsta dagin.
Tað sigur Eivin Breiðaskarð, sum er formaður í teknisku nevnd hjá Fuglafjarðar kommunu.
Hann leggur aftrat, at hesi bæði grundstykkini eru ætlað til sethús, og keyparar eru til bæði stykkini.
Við Garðaveg í Fuglafirði verður eisini grivið út í samband við eina íbúðarbygging, sum fevnir um seks íbúðir.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at tað er felagið Svalir, ið fer at byggja íbúðirnar, sum verða millum 80 og 90 fermetrar í vídd.
##med2##
Tað var felagið Voyt, sum átti lægsta boð upp á útgrevstur og planering av nevndu grundstykkjum og økinum til íbúðarbygging.
- Tað er eisini hetta felag, sum nú vegna Fuglafjarðar kommunu ger grundstykkini byggibúgvin, leggur formaðurin í teknisku nevnd aftrat.
##med3##