Løgreglan fekk í gjár grindaboð úr Sundalagnum. Men tá grindin varð kannað nærri vísti tað seg, at talan var um ein flokk av nísum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Tað hevur annars verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni. Men tó so vórðu tvey prutl steðgað í Eysturoy. Tað vísti seg, at dreingirnir vóru ov ungir at koyra prutl og at teir tískil heldur ikki høvdu koyrikort. Prutlini vóru tó lóglig.
Eisini eigararnir av prutlinum fáa bøtur fyri at hava latið ov ungar persónar koyrt á prutlinum.











