Tað gjørdist ikki í dag, at kollfirðingar og onnur fingu fylt kaggarnar við grind. Grindin, ið fyrr í dag bleiv funnin út fyri Kollafirði, vildi nevniliga ikki gera landgongd, og tí lótu menn hana fara. Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.
- Roynt var í ein tíma at fáa grindina at gera landgongd, men tað eydnaðist ikki. Tí bleiv avgerðin tikin at lata hana fara, sigur Finnbogi Midjord.
Um sama mundi sum boðað varð frá grind í Kollafirði, bóru fólk eisini eyga við eina grind út fyri Morskranes. Tað vísti seg tó einans at vera nakrir fáir springarar, og fingu teir frið, upplýsir sýslumaðurin.