Grindin verður rikin til Fámjins

Kann gerast fyrsta grindin, ið leggur beinini í bygdini í trettan ár

Fyri aðru ferð í ár er grindaboð í Suðuroynni. Tað er verjuskipið Brimil, ið fyrr í dag boðaði frá, at teir høvdu funnið eina grind, og hóast nógv fólk er farin til Havnar á ólavsøku, so eru tey nóg væl mannaði á oynni til raksturin og drápið.


Grindin var stødd tríggjar og ein hálvan fjórðing vestur úr Sumbiarhólmi, tá Brimil fann hana, og verður hon í løtuni rikin norð til Fámjins.


Jaspur Vang, sýslumaður á oynni, upplýsir, at fleiri bátar eru nú hjá grindini, men hon er ikki løtt at reka.


- Teir liggja nakrar fjórðingar vestur úr Vágseiði í løtuni, og tað gongur spakuliga norðureftir til Fámjins. Men latið okkum ikki selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin. Tað eru tíggju bátar hjá grindini, men hon kavar illa og tað gongur spakuliga. Men vit hava eina lítla vón, at tað gongur áðrenn tað verður myrkt, sigur Jaspur Vang.


Sambært heimasíðuni Heimabeiti, so hevur eingin lagd beinini í Fámjin síðan 6. juli 2004, tá 78 hvalir løgdu beinini. Talan er um næstu ferð í ár, at grindaboð er á oynni.