Grindin verður rikin á Syðrugøtu

- Tað er grind, sum ungu dreingirnir í Gøtu hava funnið, og nú verður hon rikin inn á Syðrugøtu, sigur grindaformaðurin.

Zakaris Jacobsen, grindaformaður í Gøtu, sigur, at tað er grind, sum ungu dreingirnir í Gøtu hava funnið inni á hálvari Gøtuvík.

 

In.fo hevur júst havt samband við grindaformannin, sum hoyrdist illa í telefonini, men fekk sagt so mikið, at talan er um grind, sum nú verður rikin inn á Syðrugøtu.

 

- Tað er trupult at siga, hvussu stór grindin er, men eg haldi, at her er nakað av hvali, segði Zakaris Jacobsen, grindaformaður, sum In.fo júst hevur skift orð við.

 

In.fo fylgir málinum, og vit fara at venda aftur um eina løtu.