Grindin sunnari á

 

Merkta grindin úr Vestmanna hevur, tær 19 vikurnar hon hevur verið merkt, fyri tað mesta ferðast suður og norður á leiðini millum 59 og 62 breiddarstig.

Hetta skrivar Havstovan á hav.do.

 Kortini hevur grindin síðstu tíðina verið eitt vet sunnari á, suður móti 58 breiddarstigum, og er nú 40 fjórðingar norður úr Rokkinum.

 

Grindin steðgar sjálvdan á, men er støðugt í rørslu, við eini ferð á eitt til tvey sjómíl.

##med2##