- Eg eri ovfarin av, at føroyingar framvegis eta grind, tí hon skaðar heilsuna hjá tykkum, sigur umhvørvismaðurin Paul Watson, sum heldur fram við stríðnum ímóti grindadrápi Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd hevur nú aftur gjørt um seg í Føroyum. Hesaferð hevur eitt umboð fyri felagsskapin verið í Føroyum og sneytað, og ein frágreiðing um grindadrápið í Klaksvík mánamorgunin, er løgd á heimasíðuna hjá felagsskapinum og send út til folk í eystri og vestri.
Oddamaðurin fyri Sea Shepherd er nú sum áður Paul Watson, sum føroyingar hava havt vitjan av nakrar ferðir.
- Okkara ætlan var at dokumentera grindadrápið og kunnu avdúka tað enn einaferð, og tað gera vit fyri framhaldandi at leggja trýst á føroyingar, sigur Paul Watson við Sosialin.
- Vit hava striðst ímóti grindadrápinum í Føroyum síðani 1983, og striðið heldur fram. Eg eri í grundini ikki kløkkur av hesum seinastu myndunum, men eg eri ovfarin av, at føroyingar framvegis eta grind, tí tað er so nógv kyksilvur í grindini, at hon skaðar heilsuna hjá tykkum, sigur hann.