Sýslumaðurin sigur, at ein bátur rak grindina inn á pollin. Síðani komu fleiri bátar til grindina. Teir royndu at reka hana inn, men tá hon var einar 200 metrar frá sandinum, vendi hon.
Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at grindin kemur upp at blása, so kavar hon og kemur uppaftur uttan fyri bátarnar.
Hann væntar, at hetta kann fara at taka sína tíð, men veðrið er gott og dagurin langur.