Grindin nærkast landi

- Tú ringir eitt øgiliga kritiskt tíðspunkt, sigur Tummas Marni Joensen, grindaformaður í Kvívík, tá vit ringja at frætta um grindina, sum er á veg inn á Leynasand.

 

Grindin leggur beinini hvørja løtur sigur Tummas Marni Joensen, sum sigur, at teir eru eini 40 metrar úr landi.

 

Talan er um eina lutfalsliga lítla grind, eini 50 hval ella so, metir Tummas Marni Joensen.

 

Meiri verður at frætta seinni.