22. januar verður aftur eitt rættarmál móti Sea Shepherd í Føroya rætti.
Hesa ferð snýr málið seg um skjóttgangandi bátin hjá Sea Shepherd, sum sigldi oman yvir grindini undir grindadrápinum í Sandavági. Tá grindin varð skorin upp, vildu fólk vera við, at fleiri hvalir bóru merki eftir skjóttgangandi bátin.
Eftir grindadrápið stakk skjóttgangandi báturin til havs og var síðani tikin umborð á Bob Barker, sum sigldi til Hetlands. Har legði skotska løgreglan hald á bátin og útflýggjaði hann til føroysku myndugleikarnar.
Tað er hetta rættarmálið, sum varð kunngjørt fyri altjóða leiðaranum fyri Sea Shepherd, Alex Cornelissen, tá hann luttók á grindafundinum á Christiansborg fyrr í vetur.
Tveir dagar eru settir av til rættarmálið, 22. og 25. januar.