Grindin hevur spjatt seg

Teir fimm grindahvalirnir, ið vóru merktir í Fuglafirði mánadagin, eru nú farnir í hvør sína ætt.

Teir fimm grindahvalirnir, ið vóru merktir í Fuglafirði mánadagin, eru nú farnir í hvør sína ætt.

 

Náttúrugripasavnið boðaði í morgun frá, at sendararnir vóru farnir at senda, og hava nú almannakunngjørt leiðina hjá hvalunum. Allir hava teir lagt leiðina suður í hav, men hava tikið tríggjar ymiskar leiðir.

 

Ein er farin í ein landsynning, suður í Hetlandsrennuna, meðan ein legði kósina beint suður eftir. Ein triðji er farin í ein útsynning og hevur síðani snarað í ein vestan.

 

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, sigur, at endamálið við hesum merkingunum, er at kanna, hvussu hvalirnir ferðast. 

 

Hann sigur, at hetta ikki er óvanligt, at hvalirnir spjaða seg.

- Tað hava vit sæð fyrr, tá vit hava merkt hvalir. Hetta er fimtu ferð, vit hava merkt grind, og bara ta einu ferðina, hava hvalirnir hildið saman, eftir at teir eru merktir, sigur hann.

 

Bjarni Mikkelsen sigur, at tað sigur teimum ikki stórt, at hvalirnir ikki hava hildið saman, tí endamálið við merkingunum, er at síggja hvussu víða grindin ferðast.

- Eitt er at vita, hvussu stórur grindastovnurin í norðuratlantshavi er, men tað er bara partur av søguni, tá vit tosa um burðardygga veiðu. Um tað vísir seg, at tað er ein undirstovnur, sum heldur til í føroyskum øki, so sigur tað lítið um burðardygga veiðu, um vit nýta tølini fyri allan stovnin í Norðuratlantshavi. Vísir tað seg hinvegin, at hvalirnir ferðast víða, styrkir tað okkara fatan, at talan er um ein felags stovn, sigur Bjarni Mikkelsen.

 

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, greiðir frá, at hinir báðir sendararnir eru partur av nýggjum royndum, sum Náttúrugripasavnið ger, og at fyribils sær alt út til at virka, sum tað skal.