- Vit vildu eingi óráð taka, og vildu ikki senda menn í grind, tí hann sigur upp í 18 m/s, sigur Karl Johansen, sýslumaður.
Veðrið var orsøkin til, at grindin ikki kom til hóldar, sum funnin var í Haraldsundi fyrrapartin.
- Ætlanin var at halda henni til fram til í morgin, og so gera eina roynd tá. Veðrið er so mikið ófantaligt, at ikki var ráðiligt at lata menn fara í grind, sum líkindini eru, sigur Karl Johansen.
Mett var, at grindin var eini 80 hval, og tá vit tosaðu við Karl Johansen stutt fyri klokkan 14 í dag segði hann, at grindin ikki var at síggja meira, og at hon tí helst er farin aftur til havs.
- Vit hava havt samband við ein bát, sum hevði sett goggulínu, og heldur ikki hann sá nakað til grindina. So hon er helst sloppin aftur til havs, sigur Karl Johansen.
Hann veit ikki, um Sea Shepherd er á staðnum.
- Tað er ikki mítt borð, men eg havi so ikki lagt merki til nakran frá Sea Shepherd her norðuri, sigur Karl Johansen, sýslumaður.