Nú gongur væl at reka grindina, sum varð funnin á Lambavík í morgun. Avgerð varð tikin um at reka hana á Skálafjørðin, men ta fyrstu løtuna gekk illa at fáa rakstur á hana og hon kavaði alla tíðina. Men síðani hevur gingið betur og nú gongur hon við rúkandi ferð inn eftir Skálaførðinum. Tey eru komin inn nakað inn á fjørðin og gongst sum ætlað, verður hon hildin til um eina løtu.
Jens Jensen, sýslumaður, sigur, at talan er um eina lítla grind. Onkur hevur nevnt 10 hvalir, onkur annar 20, tað er eitt sindur óvist. Men tað er í øllum førum greitt, at hon er so lítil, at allarhelst verður hon bara býtt ímillum tey, sum eru við í drápinum.
Annars varð eisini boðað frá grind í Rituvík heilt tíðliga í morgun, men tann grindin fór, og óvist er, um hendan grindin er tann sama.












