Grindin fæst ongan veg yvirhøvur

Um tað ikki gongur at reka grindina inn til Bíggjar, mugu teir gevast

- Grindin er slett ikki til at fáast við. Óansæð hvat teir gera í bátunum, flytir hon seg ikki. Hon fæst ongan veg yvirhøvur, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. 

 

Nú fara teir at royna, um hon vil ganga til Bíggjar í staðin fyri til Sandavágs. Teir vóna, at streymurin er betri tann vegin.

 

- Um tað ikki gongur, so mugu vit bara gevast, sigur sýslumaðurin.

 

Grindin gongur eystur viðhvørt og vestur viðhvørt, og hon er spjadd í fleiri bólkar við 8-10 hvalum í hvørjum bólki. 

 

- Tað gongur illa at fáa rák á hana. Hon vil ikki, sum vit vilja. Eingin veit, hvussu tað verður nú, sigur Gardar Joensen, grindaformaður.

 

Mann hevur roynt alt, men hon svimur ikki eingongd. Snútin kemur undan viðhvørt, men annars rínir hon slett ikki við.

 

- Eingin veit ikki hví, tað er soleiðis. Eingin hevur verið úti fyri hesum fyrr, sigur Finnbogi Midjord.

 

Har liggja um 12 bátar úti hjá grindini nú.

 

- Vit mugu bara síggja tíðina an.