Grindin í Fámjin verður býtt til norðaru helvt

Seðlarnir í grindini, sum doyði í Fámjin í kvøld, koma út klokkan átta í morgun og tað verður við Vesturhøll í Fámjin.

 

Jaspur Vang, sýslumaður sigur, at 50 hvalir eru merktir upp á  tilsamans 583 skinn. Grindin verður býtt til tær norðaru bygdirnar í Suðuroy, Fámjin, Tvøroyri, Hvalba og Sandvík og hvør partur verður 0,2 skinn.

 

Grindin varð funnin stutt úr landið vestanfyri Vágseiði klokkan 18 í gjárkvøldið og hon varð rikin á Fámjin.