Fyri einari løtu síðani bleiv grindin hildin til á Sandavági.
Í løtuni eru menn í ferð við at fáa hvalirnar upp á kaiina. Síðani verða hvalirnir taldir. Men sýslumaðurin metir, at har eru um 100 tal, eins og roknað varð við, tá grindin varð funnin í morgun.
Tað er ikki vist enn, nær seðlarnir koma út. Tí fyrst skal grindin merkjast.
– Drápið gekk annars sera gott, tað tók umleið 8-10 minuttir, og so var drápið liðugt, sigur Finnbogi Midjord.
Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd var til staðar, og har varð sum so ofta fyrr sent beinleiðis á Facebook. Finnbogi Midjord, sýslumaður sigur:
– Eg havi ikki sæð teir. Men sovorðnum fær mann ikki forðað fyri, sigur hann.